– Nú landsstýrismaðurin og formaðurin hjá Framsókn, Poul Michelsen, roynir at svara fyri seg, hví hann saman við restini av landsstýrismanningini hevur blokerað fyri, at innkomuvegur verður gjørdur til Havnar í sambandi við Eysturoyartunnilin, letur hann hegnisliga vera við at svara upp á størsta spurningin av øllum.
Tað sigur Heðin Mortensen í enn einum hvassorðaum brævi til Poul Michelsen, landsstýrismann og formann í samgonguflokkinum Framsókn.
Heðin Mortensen sigur at spurningurin er, hví landsstýrið – sum m.a. telur Poul Michelsen – ikki hevur sett meira enn tvær milliónir krónur av til innkomuvegin í 2019, tá tað í veruleikanum átti at verið sett tíggju ferðir so nógv av, minst 20 milliónir krónur.
– Gamaní, Poul Michelsen, hevur tú ikki sjálvur nevnt eitt einasta orð um innkomuvegin til Havnar, nú tú síðstu dagarnar hevur skotið inni í samgonguni við høglbyrsu eftir javnaðartingfólki, men tað skilji eg nú øgiliga væl, tí har stendur tú teg nokk frægast við einki at siga. Minst til, at tú verður ikki mettur eftir tí, sum tú sigur, men eftir tí, sum tú gert – og har er púrt einki gjørt!
Heðin Mortensen sigur eisinin, at hann øll síni ár sum borgarstjóri og meira aftrat allastaðni gjørdi vart við, at málið um innkomuvegin mátti loysast fyrst, men eingin lurtaði.
– Úrslitið síggja vit nú, tí við verandi ferð á málinum verður innkomuvegurin ikki liðugur fyrr enn tvey ár eftir Eysturoyartunnilin!
– Hinvegin skal eg so eisini siga, at enn er ikki ov seint, men so skal berast skjótt at. Og skal Poul Michelsen vera við til at lyfta málið um innkomuvegin, so má hann brúka tíðina upp á okkurt annað enn at venja skinnabeinsspark eftir samgongufeløgum, sigur Heðin Mortensen í hvassorðaðum skrivi um Poul Michelsen.