Átti Zlatan reytt kort?

Var tað í ordan, at Zlatan Ibrahimovic fekk beinleiðis reytt kort í gjár?

Mest umtalaða støðan í Champions League dystunum í gjár var, tá Zlatan Ibrahimovic bleiv útvístur fyri at takla brasilska miðvallaran hjá Chelsea, Oscar.

 

Umrødda støðan sæst við at trýsta HER (tv3sport.dk)

 

- Eg trekti meg. Tað ringasta var, at tá eg fekk reyða kortið, so var tað sum um at eg hevði ellivu grenjandi børn rundan um meg, sigur Zlatan um støðuna, sum hevur drúgva umtalu í fjølmiðlunum.

 

Paris Saint-Germain mátti sotatt spæla við tíggju spælarum longu aftaná ein hálvan tíma. Tað eydnaðist tó PSG, at koma viðari eftir longda leiktíð.

 

Venjarin hjá Chelsea, José Mourinho, segði eftir dystin, at hann vónaði at reyða kortið hjá Zlatan bleiv strikað. Fyrrverandi altjóða dómarin, danski Kim Milton Nielsen, segði hinvegin við danskt sjónvarp, at reyða kortið var hart dømt, men í ordan.

 

- Hann kemur við ov nógvari ferð í eina takling, har bólturin er vekk. Tað haldi eg er nokk til eitt reytt kort, sigur Kim Milton Nielsen við DR Sporten.

 

So er spurningurin um tú heldur tað var reytt kort ella ikki?