Átti B36 fríspark?

Jákup á Borg metir, at tað er fríspark til B36, tá HB skorar til 2-0. Rógvi S. Holm sigur einki fríspark

Grannauppgerðin í gjár í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið gjørdist hendingarík. Tað komu fimm mál, eitt reytt kort og dramatikkur til seinasta bríksl. HB vann dystin 3-2, eftir at hava verið á odda 3-0 tveir minuttir inn í seinna hálvleik.

 

Eftir dystin var ónøgd í B36 hópinum við dømingina, tá Rógvi Sjúrðarson Holm leggur HB á odda 2-0 beint fyri hálvleik. Rógvi er hægstur eftir hornaspark, men í B36 vilja tey verða við, at Hørður Askham verður skumpaður í støðuni.

 

Les eisini: Samandráttur HB-B36 3-2

 

- Hørður er ein róligur og væl uppdrigin drongur, so tá hann sigur at tað er fríspark, so trúgvi eg honum, sigur Jákup á Borg, liðskipari hjá B36.

 

Rógvi S. Holm heldur hinvegin ikki, at talan er um fríspark.

 

- Nei, tað haldi eg ikki. Eg haldi ikki, at eg havi armarnar á honum, sigur miðverjin hjá HB, Rógvi S. Holm.

 

Sjónvarpsmyndirnar hjá In.fo vísa, at tað er Fróði Benjaminsen, sum er í tvídysti við Hørð Askham. Sostatt er tað ikki Rógvi S. Holm, sum møguliga ger fríspark, men Fróði Benjaminsen.

 

So er stóri spurningurin, heldur tú tað er fríspark til B36?

 

(Hørður Askham er nummar átta hjá B36 – Fróði Benjaminsen er nummar 7 og liðskipari hjá HB)