Átta umsóknir til rektarastarvið á Setrinum

Átta fólk hava søkt um at blíva rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Tá freistin at søkja rektarastarvið var úti fríggjadagin 7. oktober, vóru átta umsóknir komnar.

 

Tær eru úr Føroyum, Norðurlondum og eisini longri úti úr heimi. Í setanarbólkinum, sum nú skal viðgera umsóknirnar, sita umboð fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum, fólk frá uttanhýsis samstarvsstovnum og stýrislimur fyri Fróðskaparsetur Føroya.

 

Setanarbólkurin metir, at grundarlagið at arbeiða víðari er gott við hesum átta umsóknunum.

 

Miðað verður eftir, at nýggi rektarin kann byrja í starvinum á Fróðskaparsetri Føroya 1. januar ella fyrr, um tað ber til.