Átta umsøkjarar til tvey størv

Skúlarnir í Fuglafirði og á Giljanesi skulu hava nýggjan stjóra

Freistirnar at søkja størvini sum skúlastjóri í Fuglafirði og á Giljanesi, eru nú farnar.

Skúlablaðið skrivar, at tilsamans eru átta umsóknir komnar til tey bæði størvini.

 

Blaðið skrivar, at tvær umsóknir eru komnar til skúlastjórastarvið í skúlanum á Giljanesi og seks umsóknir eru komnar til skúlastjórastarvið í Fuglafirði.

 

Stjórin í Skúlanum á Giljanesi síðstu árini, Regin Marnersson, er farin í starv sum stjóri á Námi, og stjórin í Fuglafjarðar skúla síðstu árini, Vagn Foldbo, fer í starv sum stjóri á stóra samanlagda skúlanum í Klaksvík.