Átta tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru átta nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.

 

1.127 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 98 smittað í Føroyum. 230 fólk eru í sóttarhaldi. Tilsamans er 1.219 fólk smittað. 1.219 eru vorðin frísk aftur, siga tølini frá Landslæknanum.

 

36.800 fólk eru nú liðugt koppsett. Tað svarar til 68,7 prosent. 38.719 hava fingið fyrra prikið, tað svarar til 72,3 prosent av fólkinum í Føroyum.