Átta nýggj partafeløg

Føroyski íverksetarahugurin stendur í besta blóma, um hugt verður eftir talinum á nýggjum partafeløgum í vinnuskránni BL.FO í farnu viku.

Føroyski íverksetarahugurin stendur í besta blóma, um hugt verður eftir talinum á nýggjum partafeløgum í vinnuskránni BL.FO í farnu viku. Átta nýggj partafeløg vóru skrásett í farnu viku.

 

Tóra Petersen, Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Jan Willemoes hava í felag stovnað partafelagið PsykologDepilin. Tóra Petersen og Rigmar N. Arge hava í sama viðfangi stovna hvør sítt partafelag.

 

Aðrar broytingar í partafelagsskánni endurspegla eigaraskifti í Bilasøluni, har Gunnar O. Justinussen hevur yvirtikið Bilasøluna frá Øssuri J. Johannesen og H. Schumann Hjaltalin.

 

Og sum áður skrivað á in.fo fer Pál Joensen nú undir at arbeiða við marknaðarføring.

 

Les eisini Pál Joensen skal reka reklamuvirksemi  

 

Skrásetingar-nr. 6137
Sp/f PsykologDepilin M. Heinasonargøta 23, 2hædd 100 Tórshavn
Stovningardato: 14.04.2015
Viðtøkudato: 14.04.201
Stovnarar: Sp/f 3740, Sp/f Willemoes ProConsult , Tvørgøta 16, 100 Tórshavn
Sp/f 6135, Sp/f Psykologisetrið , Tórugøta 19, 100 Tórshavn
Sp/f 6134, Sp/f tp consult , Oman Stóragarð 11, 100 Tórshavn
Stjórn: Jan Willemoes Larsen, Tvørgøta 16, 100 Tórshavn, (stjóri)
Tóra Petersen, Oman Stóragarð 11, 100 Tórshavn, (stjóri)
Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Tórugøta 19, 100 Tórshavn, (stjóri)
Grannskoðari: Sp/f SPEKT, løggildir grannskoðarar, Staravegur 17, 100 Tórshavn Partapeningur: kr. 90.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 90.000,00 til kurs 100
Tekningarreglur: Felagið verður teknað av 3 stjórum í felag.
Endamál: endamál felagsins er at veita sálarfrøðiliga viðgerð v.m. til einstaklingar, pør og bólkar og annað virksemi í hesum sambandi.
Roknskaparár: 01.01 - 31.12
Fyrsta roknskaparár: 14.04.2015 - 31.12.2015

 

Sí allar broytingarnar her