Mikukvøldið 22.oktober stóðu níggju kavarahjálparanæmingar endaligu royndir sínar á føroyska vinnukavaraskúlanum. Næmingarnir kunnu nú arbeiða, sum kavarahjálparar í kavaravinnuni.
Á myndini síggja vit næmingarnar saman við próvdómaranum eftir seinastu royndirnar. Standandi frá vinstru eru tey Harriet Høgnesen, Brynjer Johannesen, Mortan J. Mortensen, Petur M. Sigurstein, Jákup Bogi M. Lisberg, Jákup Mortensen og Heri Mørkøre, próvdómari. Sitandi frá vinstru síggja vit Elias Hammer, Osvald S. Johansson og Delmar Jacobsen. |