Mánadagin 18. Mai fer nýggj kapping av bakkastokki í Vikublaðnum. Kappingin nevnist Tann Gylta Vikukvissin, og hon koyrir í fýra vikur.
Hesar vikurnar verður hvørja viku trekt lut um eina vikuskiftisferð fyri tvey til Reykjavíkar við uppihaldi millum lesarar av Vikublaðnum, sum taka lut í kappingini. Sostatt vinna ikki færri enn átta lesarar av Vikublaðnum eina Íslandsferð í næstum.
Harumframt verður ein ørgrynna av gávukortum frá handlum og fyritøkum kring alt landið at vinna.
Kappingin verður skipað á tann hátt, at í Vikublaðnum verða tríggir spurningar, sum lesarin kann svara við at leita í undanfarna Vikublaðnum. Síðani skulu svarini sendast við SMS, og øll tey, sum senda inn, eru hvørja viku við í lutakastinum um eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar við uppihaldi.
Nógv meiri verður at frætta um forvitnisligu kappingini seinni.










