Átta heiðursmerki til føroyingar í Íslandi

Føroyskir fimleikarar stóðu seg væl í kapping í Reykjavík

Fríggjamorgunin fóru seks av okkara bestu fimleikarum til Ìsland at kappast til Reykjavík International Games í amboðsfimleiki.

 

Tey í fóru við eru Anita S. Davidsen, Annika B. Hansen, Lív B. Àrting, Vár B. Àrting, Rani A. Dalsgarð og Aron Jacobsen.

Venjari hjá gentinum er Alida Savina og hjá dreinginum Valery Savins. Ferðaleiðari var Harald Joensen frá FFS

 

Hetta er fyrsta árið, at amboðsfimleikur er á Reykjavíka International Games, so tí var tað spennandi at vita hvussu tað fór at ganga hjá íðkarinum, siga tey í Fimleikasambandinum.

 

Og tað kann ikki sigast annað enn at tey stóðu seg væl og fimleikasambandinum eru tey sera væl nøgd við úrslitið, siga tey í  tíðindaskrivi.

 

Aron bleiv nr.3 í all around, nr.1 í p.barr, nr.1 í ringum, nr.1 í beinsveiggj og nr.3 í gólv.

Rani bleiv nr.3 í lop, nr.3 í ringum og nr.2 í gólv.

 

Genturnar fingu ongið heiðursmerkir á hesum sinni, men tær vóru ofta nr.4 ikki so langt aftanfyri nr.3.