Bjargingarlið leita efitr átta fólkum úr Týskalndi, Eysturríki og Sveis eftir skriðulop í Alpunum í Sveis. 100 fólk eru flutt burtur.
Í meira enn eitt samdøgur hava átta fólk verið saknað, eftir at eitt skriðulop var í einum fjarskotnum dali í sveisisku alpunum.
Tað upplýsir løgreglan í Sveis.
Løgreglan sigur, at tað hevur ikki verið gjørligt at koma fram til økið. Tað hevur tí fyribils ikki verið gjørligt hjá løgregluni at stafesta, júst hvar tey eru stødd, hóast stórt bjargingararbeiði, sum eisini hevur fingið hjálp frá tyrlum frá herinum, skrivar Reuters.
Vegna skriðulopið eru 100 fólk flutt burtur úr bygdini Bondo í Val Bondasca-lanspartinum, upplýsir løgreglan.
Onnur, sum eru í fjøllunum, eru tikin upp av bjargingartyrlum og flogin út úr vandamikla økinum.
Steinar og stórar mongdir av móru og mold raktu økið í eystara partinum av Sveis gjáramorgunin.
Myndugleikarnir meta, at upp ímóti fýra milliónir rúmmetrar av gróti, grúsi og mold er riðin oman úr 3.369 metra høga fjallinum, Piz-Cengalo, og niður í Val Bondasca dalin.
Tíggjutals bygningar eru lagdir í oyði í dalinum, men eingin hevur fingið skaða, skrivar tíðindastovan dpa. Bygdin Bondo hevur eina ávaringarskipan um skriðulop.
Rakta økið liggur nærindis markinum til Italia.
/ritzau/









