Málsøkini eru nú býtt millum flokkarnar, sum í morgin fara at kjósa sær síni landsstýrisfólk.
Enn eru ikki nøvn sett á, hvør skal í landsstýrið. Sum in.fo skilir tað, fara allir tríggir flokkarnir at kjósa síni landsstýrisfólk í morgin.
Greitt er, at Aksel V. Johannesen verður løgmaður. Umframt løgmann, so fær Javnaðarflokkurin trý aðalráð. Tey eru:
• Almannaráðið
• Mentamálaráðið
• Innlendismálaráðið
Tjóðveldi fær trý aðalráð. Tey eru:
• Fíggjarmálaráðið
• Fiskimálaráðið
• Heilsumálaráðið
Framsókn fær eitt ráð:
• Vinnumálaráðið, sum eisini skal umsita uttanríkismál