Átta føroysk mál tá ÍBV vann Ragnarsmótið á Selfossi

Føroyingafelagið í Vestmannaoyggjunum vann stórstigur á vertunum í finaluni

Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson (Mynd: ÍBV)

Tað fer at nærkast, at kappingarárið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini byrjar fyrst í september.

 

Føroyingafelagið í Vestmannaoyggjunum, ÍBV sum hevur Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson á liðnum hevur havt góðar fyrireikingar til kappingarárið.

 

Fyrr í dag vann ÍBV finaluna í kappingini tey nevna "Ragnarsmótið" í Selfossi á Suðurlandinum. 

 

Í finaluni vann ÍBV stórsigur 35-22 á Selfossi. Í steðginum var ÍBV bara á odda 15-13, men í seinna hálvleiki var talan um framúr gott avrik.

 

Dánjal Ragnarsson skoraði fimm mál, og Janus Dam Djurhuus skoraði trý mál fyri ÍBV í dag.

 

Annað vikuskiftið í september skal ÍBV eisini royna seg í Europa Cup kappingini, har MK Holon úr Ísrael verður mótstøðuliðið.

 

Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson (Mynd: ÍBV)