Átta føroysk mál í heimasigri hjá ÍBV

ÍBV vann á Selfossi í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV spældu í kvøld heimadyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti Selfossi.

 

ÍBV vann dystin 33-30. Í steðginum var ÍBV á odda 19-15.

 

Janus gjørdist næstbesti málskjúttin hjá ÍBV við fimm málum. Dánjal skoraði trý mál fyri ÍBV í kvøld. 

 

ÍBV er nummar seks í deildini við 16 stigum. 

 

26. februar spælir ÍBV heimadyst úti á Heimey móti Afturelding.