1 millión krónur vóru tøkar til endamálið. Eftir tilmæli valdi Vinnunevndin at stuðla átta filmsverkætlanum.
Tórshavnar kommuna skrivar, at tá umsóknarfreistin var farin, vóru 19 umsóknir komnar inn, sum fevndu breitt bæði viðvíkjandi evni og slag av filmi.
Eftir tilmæli frá arbeiðsbólki við umboðum frá Stjórnarskrivstovuni, Mentamáladeildini, Hugskotinum og ráðgeving frá uttanveltaðum serfrøðingi, valdi vinnunevnd Tórshavnar býráðs at veita fylgjandi átta verkætlanum stuðul:
- Spælifilmurin "Island Fever", Kykmyndir: 300.000 kr.
- Spælifilmurin "Verdandi", Natalie Holzel: 160.000 kr.
- Stuttfilmurin "Undirgangur #1", Symphor Film: 150.000 kr.
- Heimildarfilmurin "Rossið", Filmsvirkið: 100.000 kr.
- Stuttfilmurin "Krámararnir", Sp/f Fixer: 100.000 kr.
- Stuttfilmurin "Tað er ikki synd í mær", Hugmynd: 60.000 kr.
- Dansistuttfilmurin "Vón", RAMMATIK: 60.000 kr.
- Heimildarfilmurin "Menniskja",RVH Productions: 50.000 kr.
Hesar verkætlanir lúka allar treytirnar fyri stuðul. Umsóknirnar vóru bæði áhugaverdar og dygdargóðar. Eisini vísti arbeiðsbólkurin á, at filmarnir hava stórar vinnuligar menningarmøguleikar og eru á tann hátt við til at styrkja film sum vinnugrein í Tórshavnar kommunu.
Nýtt umsóknarumfar verður eftir ætlan fyrst í komandi ári.