Ein átta ára gamal drongur hevur latið lív í einum russiskum rakettálopi har vesturi í Ivano-Frankivsk-regiónini í Ukraina.
Tað siga ukrainsku myndugleikarnir í dag. Ein av rakettunum rakti húsið hjá einari familju í Kolomyja-økinum.
Guvernørurin í landslutinum, Svitlana Onyshtsjuk, sigur á boðtænastuni Telegram, at fleiri sivilfólk fingu løstir í álopinum.
- Heilsustarvsfólk gjørdu tað, tey kundu, men tíverri eydnaðist ikki at bjarga átta ára gamla dreinginum, sum doyði á sjúkrahúsi, sigur hon.
Sambært ukrainsku verjuni vórðu fýra russiskar rakettir av slagnum, Kinzjal, skotnar niður nærindis Kyiv.
Ein talsmaður fyri ukrainsku loftverjuna, Jurij Ignat, sigur, at ein X-47 hypersonisk rakett eisini varð oyðiløgd yvir Kyiv-økinum.
- Aðrar russiskar rakettir raktu beint við ein flogvøll, har skaðar stóðust, umframt at ein rakett rakti eitt íbúðarøki, sigur talsmaðurin við ukrainskt sjónvarp.
Jurij Ignat heldur, at flogvøllurin var eitt mál, tí ukrainskir flogskiparar, sum læra seg at flúgva F-16, halda til her.











