Atsóknirnar móti teimum kristnu versna

Serliga í suður- og landsynningsasia veksur trýstið móti teimum kristnu. Topp 10 listin er tó enn merktur av muslimsku londunum í miðeystri.

 

Fyrrapartin legði felagsskapurin Opnar Hurðar, sum hjálpir teimum atsóktu kristnu í heiminum, fram sítt árliga yvirlit yvir, hvar tey kristnu eru mest atsókt í heiminum.

 

16. árið á rað er tað Norðurkorea, sum er ovast á listanum. Hóast talan ikki er um tað mest harðrendu forfylgingina, so sigur Opnar Hurðar, at norðurkoreanska stjórnin er uttan samanbering, tá tað kemur til hatur móti átrúnaði. Tey kristnu mugu útinna sína trúgv einsamøll og atskilt hvør frá øðrum. Verða tey uppdagaði, kunnu tey dømast til deyða ella til lívstíð í fangalegu – ikki einans tey, men eisini teirra familjur.

 

Topp 10 listin er nærum tann sami sum í fjør. Yemen er komið inn á 9. pláss, orsaka av, at tey kristnu eru fangaði mitt í millum teir stríðandi partarnar í borgarakrígnum. Annars eru Somalia (nr. 2), Afghanistan (nr. 3), Pakistan (nr. 4), Sudan (nr. 5) og Iran (nr 8), farin longur upp á listanum, meðan Sýria og Irak eru dottin longur niður (á 6. og 7. pláss). Orsøkin til hetta er, at tey flestu kristnu longu eru rýmd úr økjunum, sum IS hevur tikið ræði á í Sýria og Irak. Eritrea er enn sum áður nummar 10 á listanum.

 

Av teimum londunum, sum eru farin flest pláss fram á listanum, eru fimm úr suður- og landsynningsasia. Talan er um India, Bangladesj, Laos, Butan og Vjetnam. Sri Lanka er eisini við á listanum fyri fyrstu ferð, meðan Nepal var um reppið at vera nevnt á listanum yvir tey 50 londini, har atsóknirnar móti teimum kristnu eru harðastar.

- Tað er heilt greitt, at átrúnaðarlig nationalisma lyftir tey asiatisku londini hægri á listanum. Hetta er eitt rák, sum vit hava sæð í longri tíð, síðani 90’ini, men nú er verulig ferð komin á, sigur Dr. Ron Boyd Mac-Millan, sum hevur arbeitt við at gera listan.

Rákið er mest eyðsýnt í India, sum ongantíð áður hevur verið so høgt uppi á listanum. Síðani víðgongdu hinduistarnir í BJP vunnu valið í 2014, er ágangurin móti teimum kristnu øktur nógv, serliga í norðara partinum av landinum. Opnar Hurðar metir, at 40 milliónir kristin liva undir forfylging í norðurindia.