Atsóknirnar kravdu 76 mannalív

Norska løgreglan kunngjørdi á tíðindafundi nú klokkan 16, at atsóknirnar seinasta fríggjadag kravdu ikki so nógv mannalív, sum myndugleikarnir fyrr hava sagt. Løgreglan sigur nú, at 68 fólk doyðu í atsóknini á Utøya, og at spreingingin í Oslo kostaði átta mannalív.

Sostatt kravdu atsóknirnar 76 mannalív og ikki oman fyri 90, sum tað hevur ljóðað higartil.

Løgreglan sigur kortini, at talið á deyðum kann økjast eitt sindur.