Bumbuatsóknin á frítíðaroynni Bali í fjør var hevnd fyri teir muslimar, sum lata lív í Irak og Afghanistan. Tað segði ákærin, tá rættarmálið ímóti fýra víðgongdum monnum byrjaði í morgun.
Rættarmálið er tað fyrsta í sambandi við tilburðin í fjør, tá tríggir sjálvmorðsbumbumenn sprongdu seg og 20 onnur fólk í luftina. Indonesisku myndugleikarnir hava alla tíðina sagt, at tað var yvirgangsfelagsskapurin Jemaah Islamiyah, sum skipaði fyri atsóknini. Felagsskapurin heldur til í Landssynningsasia og sigst vera ein grein av al-Qaeda.
Verða teir fýra menninir funnir sekir, kunnu teir fáa deyðarevsing.










