Atongumerkjarumbul í Englandi

1 millión fólk vildu hava atgongumerki til stórdystin millum England og Skotland

Telefonnetið í Englandi var um at brenna saman, tá atgongumerkini til stórdystin millum England og Skotland vóru seld týsdagin. Dysturin, sum fer at avgera hvat av liðunum sleppur til EM-endaspælið, verður spældur á Wembley 17. november.

Áhugin fyri heusm dystinum er so stórur í Bretlandi, at ein millión fólk royndu at skaffa sær atgongumerki til dystin. Ein arbeiðsdagur var avsettur til at selja tey 80.000 atgongumerkini, men tey mongu sølufólki fingu tíðliga frí týsdagin. Atgongumerkini vóru seld eftir lítlari løtu.