Atljóða ratinglistin

Talv

1. apríl varð feskasti altjóða ratinglistin kunngjørdur. Eins og seinastu umleið tjúgu árini, er Kasparov ovastur á styrkilistan. Fyri sigurin í Linares herfyri vann hann sær átta ratingstig og hevur nú 2812.
Kasparov valdi tó sera yvirraskandi beint eftir Linares at gevast á tindinum og eiga vit tí at venja okkum við, at Anand er sterkasti aktivi telvari í heiminum. Anand, við sínum 2785, hevur mist eitt (1) ratingstig orsakað av heldur soltna úrslitinum í Linares, sum endaði miðskeiðis í mars. Ratinglistin verður á hvørjum ári dagførdur í januar, apríl, juli og oktobur.
Mest spennandi telvarin í løtuni er 30 ára gamli Veselin Topalov. Hann hevur seinasta árið vunnið seg heilt fram í oddin og hevur nú heili 2778 ratingstig. Í bæði Wijk aan Zee fyrr í ár og Linares myndaði hann toppplássini. Topalov er ein kompromileysur álopstelvari og við hesum stíli hevur hann eisini nógvar fjepparar.
Peter Leko hevur eftir sigurin í Wijk aan Zee yvirtikið fjórða plássið frá Vladimir Kramnik. Kramnik hevur havt trý minni góð ár og niðurgongdin tykist ikki at steðga. T.d var Kramnik í januar 2002 skrásettur við heili 2811, men síðani hevur tað bert gingið skeiva vegin og hevur hann nú 2753.
Vassily Ivanchuk hevur barst seg fram í toppin aftur og er á einum sætta plássi við 2739. Judit Polgar er framvegis í topp 10, nevnliga á 8. plássi við 2732.
Viktor Korchnoi, sum 23. mars fylti 74 ár, er á 96. plássi við 2619. Korchnoi er ein søga fyri seg. Hann telvar framvegis sera nógv kring allan heimin og í mun til januar listan, hevur livandi legendan vunnið sær tvey ratingstig. Fyri stuttum var hann niðri og vendi á 2568, men seinasta árið hevur hilnast væl hjá honum og ?Viktor the Terrible? er væl omanfyri 2600-markinum aftur.

Føroyski toppurin á altjóða listanum
42 føroyingar finnast á altjóða ratinglistanum. FM varð telvað aftaná evstamark fyri apríl listan og verður fyrst tikið við í juli-listanum. Helst verða tað eisini fleiri føroyingar sum tá fáa eitt altjóða ratingtal.
Og danska skakligan, sum nógvir føroyingar tóku lut í, verður eisini fyrst tikin við í juli. Til ta tíð er føroyski toppurin helst broyttir nakað. Nevnast kann tó, at John Arni Nilssen (2372) nærum við vissu hevur hægsta altjóða tal, eisini í juli. Heini er skrásettur við 2342 og Flóvin Tór Næs sum stríðist fyri at náa 2400 - kravið fyri at fáa IM-heitið ? hevur saman við John Rødgaard 2331.

Heimselitan ? topp 25

1Kasparov, GarrygRUS28121963-04-13
2Anand, ViswanathangIND27851969-12-11
3Topalov, VeselingBUL27781975-03-15
4Leko, PetergHUN27631979-09-08
5Kramnik, VladimirgRUS27531975-06-25
6Ivanchuk, VassilygUKR27391969-03-18
7Adams, MichaelgENG27371971-11-17
8Polgar, JuditgHUN27321976-07-23
9Bacrot, EtiennegFRA27311983-01-22
10Svidler, PetergRUS27251976-06-17
11Grischuk, AlexandergRUS27241983-10-31
12Morozevich, AlexandergRUS27171977-07-18
13Shirov, AlexeigESP27141972-07-04
14Gelfand, BorisgISR27131968-06-24
15Bareev, EvgenygRUS27091966-11-21
16Dreev, AlexeygRUS27051969-01-30
17Akopian, VladimirgARM27031971-12-07
18Bologan, ViktorgMDA27001971-12-14
19Kamsky, GatagUSA27001974-06-02
20Ponomariov, RuslangUKR26951983-10-11
21Aronian, LevongARM26931982-10-06
22Van Wely, LoekgNED26871972-10-07
23Motylev, AlexandergRUS26801979-06-17
24Volokitin, AndreigUKR26791986-06-11
25Lautier, JoelgFRA26781973-04-12