Atli: Vit vunnu ímóti einum góðum liði

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen og Jógvan Martin Olsen her

Fyri løtu síðani fekk Tróndur Arge orðið á ein fegnan liðskipara hjá Víkingi, Atla Gregersen, sum kundi fegnast um ein 3-1 sigur á B68 á Svangaskarði á Toftum.

 

Atli undirstrikar, at talan var um alt annað enn ein lættan sigur ímóti einum væl spælandi B68-liði.

 

Høvuðsvenjarin hjá B68, Jógvan Martin Olsen kundi ikki finna nógva troyst í eitt gott leikligt avrik, tá talan gjørdist um enn eitt tap. Jógvan Martin avdúkaði tó, at B68 kemur at styrkja seg til seinnu helvt av kappingini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Atli Gregersen og Jógvan Martin Olsen søgdu við Trónd Arge, aftaná dystin millum B68 og Víking.