Atli: Vit vinna 1-0

Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, væntar eina spennandi og tætta finalu millum Víking og EB/Streym í kvøld á Tórsvølli.

 

So er tað í kvøld klokkan 19.45, at finalan um Løgmanssteypið verður. Finalan er ein endur tøka av finaluni í 2009 og í fjør. Fyri Víking kemur tað væl við, at allar mans eu tøkir.

 

- Allir mans eru tøkir. Tað er líka Hans Jørgen Djurhuus, sum hevur eitt sindur ilt. Hanne r jú ein gamal maður, men hann bítur tað í seg, sigur Atli Gregersen.

 

Vøllurin á Tórsvølli er størri enn vøllurin í Sarpugerði. Tí metir Atli, at teir skulu til at renna nakað meir í kvøld enn vanligt.

 

- Vit skulu upp á 110 prosent um vit skulu vinna. Vøllurin á Tórsvølli er størri enn tann í Sarpugerði og tí skulu tað rennast nógvir kilometrar. Tað snýr seg eisini um at vilja vinna finaluna. Tað eru sjálvandi eisini nakrar renningar og deyðbóltsstøður, sum skulu eydnast, men tað ræður eisini um at njóta at tú spælir eina steypafinalu, sigur Atli Gregersen.

 

EB/Streymur er verandi FM vinnari og er í steypafinaluni sjeyda árið á rað. Tí metir Atli, at teir eru ein lítil favorittur.

 

- Teir hava nógvar einstaklingar og eru vanir við at vinna. Teir hava verið í finaluni sjey ár á rað, so teir eru nokk ein lítil favorittur, sigur Atli Gregersen víðari.

 

Bæði í 2009 og í 2012 vann Víkingur steypafinaluna móti júst EB/Streymi. Tað merkir tó ikki, at tað er vist at Víkingur vinnur í kvøld.

 

- Eg veit ikki hvussu nógv tað hevur at siga, tí í 2009 vinna vit 3-2 og spældu vit nakrar minuttur afturat, so høvdu teir kanska javnað. Í fjør vinna vit upp á brotssparkskapping, sum teir kundu havt avgjørt áðrenn, sigur Atli Gregersen víðari.

 

At enda verður landsliðsmiðverjin biðin um at tippa um úrslitið.

 

- Eg tippi 1-0 til okkum. Eg veit ikki reiðiliga hvør skal skjóta málið hjá okkum. Lat meg bara siga Finnur Justinussen, sigur Atli Gregersen at enda.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinaluni, sum byrjar klokkan 19.45.

 

Samrøðan, sum Heri Simonsen gjørdi við Atla Gregersen, kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.