Atli: Vit vístu klassa

Ljóðsamrøða frá Rás2: Ein væl upplagdur Atli Gregersen fegnast um sigurin og gleðir seg at spæla evropeiskan fótbólt

Víkingur vann í kvøld 4-2 á útivølli ímóti 07 Vestur. Eina løtu í fyrra hálvleiki vóru vágamenn annars á odda 2-0, men fyrst fekk Sølvi Vatnhamar minkað um munin, so fekk Asbjørn Heðinsson hjá 07 Vestur reytt kort, og síðani vóru tað mál frá Gunnari Vatnhamar, Adeshina Lawal og sama Sølva Vatnhamar, ið fingu vent hóttandi tapi til ein ein sigur, sum merkir, at Víkingur fer í summarfrí sum oddalið í Effodeildini. 

 

Eftir dystin fekk frásøgumaðurin frá dystinum, Tróndur Arge, orðið á liðskiparanum hjá Víkingi, Atla Gregersen. Atli Gregersen fegnast um, at liðfelagarnir og hann fingu trý stig burturúr stríðnum vesturi á Dungasandi í Sørvági.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Atla Gregersen á Rás 2.