Atli: Vit tóku okkum saman í seinna hálvleiki

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá Víkingi merkti ringa lagið á viðhaldsfólkunum í steðginum, og tað mátti broytast

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen á Rás2, aftaná Víkingur hevði vunnið heili 5-1 á EB/Streymi.

 

Tað var tó ikki vælstandur hjá Víkingi, tá farið var til steðgin, tí tá var EB/Streymur á odda 1-0. Atli Gregersen greiðir frá, at trúgvu og drúgvu Víkinga-viðhaldsfólkini góvu ilt av sær, og tað merktu teir, og tí tóku teir seg saman í seinna hálvleiki, og tað gav úrslit við fimm málum. Sjálvur javnaði Atli til 1-1, og tí málinum greiðir hann eisini frá.

 

Skemtandi heldur Atli Gregersen tó fyri, at tá Sølvi Vatnhamar skoraði til 5-1 bað hann Sølva um at skjóta bóltin út fyri at trekkja tíðina, men Sølvi aktaði ikki, men meddaði bóltin í kassan, fortelur Atli flennandi.