- Vit ruddaðu ikki egið kamar í dag, og í morgin fáa vit uttan iva skeld frá mammu og babba. Soleiðis málber liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen seg um 2-3 tapið hjá Víkingi ímóti TB/FCS/Royn á heimavølli fyrr í dag.
Atli Gregersen slær fast, at hann hevur stóra virðing fyri avrikinum hjá TB/FCS/Royn, og hann sigur seg bara kunna klappa fyri framúr góða avrikinum hjá útiliðnum í Sarpugerði í Norðragøtu í dag.
Atli Gregersen heldur seg tó kunnu fegnast um at hava lagnuna í egnum hondum, og framvegis at verða fýra stig fremst. Og hann sigur, at hann og liðfelagarnir fara til Fuglafjarðar komandi umfar við góðum treysti at spæla ímóti botnliðnum ÍF, sum hevur 40 stig færri enn Víkingur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr - sum altíð - eina litríka samrøðu við Atla Gregersen. Hilmar Jan Hansen gjørdi samrøðuna beint aftaná 3-2 sigurin hjá TB/FCS/Royn yvir Víkingi var veruleiki.










