Atli: Vit máttu vinna hendan dystin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Atli Danielsen royndi seg í dag í álopinum hjá KÌ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við roynda KÍ-spælaran, Atla Danielsen, sum í dag royndi seg í álopinum hjá KÍ, tá KÍ fyrr í kvøld vann 2-0 á arvafíggindanum, HB á norðuri í Klaksvík. 

 

Atli stórfegnast saman við liðfeløgunum, at KÍ á fyrsta sinni síðani 2007 hevur vunnið ein dyst á summarfestivalinum í Klaksvík. Atli slær fast, at hetta var ein dystur teir í KÍ máttu vinna fyri at hanga við í stríðnum um 4. plássið, sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt. Fyri Atla var tað eisini serligt at royna seg í álopinum hjá KÍ.