Atli Gregersen var aftur at síggja í verjuni hjá tí føroyska A-landsliðnum í kvøld.
Stóri miðverjin viðgongur, at føroyska liðið kom í satt ódnarveður í fyrra hálvleiki, men Atli heldur, at seinni hálvleikur er tað, sum føroyska liðið skal byggja á til komandi dyst ímóti Ungarn.
Atli heldur fyri, at nú er tíð at fáa fyrsta stigið, so sleppast kann undan tí keðiliga nullinum á stigatalvuni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen beinleiðis á Rás2 fyrr í kvøld.