TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1, har Tróndur prátaði við føroyska liðskiparan, Atla Gregersen aftaná keðiliga 0-3 tapið ímóti Aserbadjan á Tórsvølli.
Atli Gregersen sigur seg ikki síggja tríggjar veruligar málmøguleikar til Aserbadjan í dystinum, og hann heldur, at føroyska liðið hevði allar marginalar ímóti sær. Føroyska liðið kom veruliga til málmøguleikar, og hartil stórar, men bólturin vildi bara ikki inn.
Liðskiparin takkar Skansanum og áskoðarunum fyri góða stuðulin, og hann lovar bót til bata tá Kosovo kemur á vitjan sunnudagin.