TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Atla Gregersen á Rás2 fyrr í kvøld. Samrøðan var gjørd aftaná 0-2 tapið hjá føroyska landsliðnum ímóti Sveis í Luzern.
Atli Gregersen er ikki nøgdur við at tapa, men hugburðsliga er hann nøgdur við avrikið hjá føroyska liðnum, og hann heldur, at menn stríddust og runnu fyri hvønn annan. Hann ásannar, at vit møttu einum sterkum sveisiskum liði á einum fullsettum leikvølli, og tað betra liðið vann.
Atli Gregersen er í tí stóra og heila nøgdur við landsliðsárið 2016, sum gav tveir sigrar, ein javnleik og trý tap. Hann er vónríkur um, at liðið kann væl av stigum komandi ár, ikki minst á heimavølli frammanfyri teimum væl stuðlandi føroysku heimaáskoðarunum.










