TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen, aftaná 0-0 javnleikin hjá Víkingi á útivølli á Argjum í dag.
Atli Gregersen viðgongur, at tað er ikki optimalt, at liðið higartil hevur spælt tríggjar javnleikir, og hevur ikki vunnið enn. Men hann minnir á, at tað eru bara trý stig upp til oddin, og teir í Víkingi fara ikki í panikk av hesum.










