Atli var vónbrotin

Útvísti liðformaðurin vil ikki siga, um hann fer at halda fram á landsliðnum

Hetta var 30. landsdysturin hjá Atla Gregersen, og hetta skuldi vera tann størsti hjá honum, tí tá ið Fróði Benjaminsen var leikbannaður, so var Atli Gregersen valdur at vera liðformaður. Fram ímóti dystarenda sá Atli Gregersen reytt, og harvið verður hann ikki við, tá ið Rumenia sunnudagin verður gestur á Tórsvølli.

-Eg kendi meg provokeraðan, tí ein av teirra leiðarum læt bóltin fara millum beinini. Eg rann í hann, og hann fór um koll, og so sá eg reytt. Ein so royndur spælari, sum eg eri, átti ikki at latið seg provokerað, men tað gjørdi eg, og eg tími ikki at tosa meg burturúr hesi støðuni.

Atli Gregersen er 33 ára gamal, og sunnudagin verður punktum sett fyri hesa EM undankappingina.

Ætlar tú at halda fram á landsliðnum?

-Eg haldi ikki, at eg fari at svara hasum spurninginum í kvøld, so tað fáa vit at síggja, var svarið hjá vónbrotna liðformanninum.