Atli varð útvístur

Tað gekk illa hjá Frem í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Frem spældi á heimavølli ímóti Kolding FC, og tað endaði við einum 4-2 tapi. Í hálvleikinum var Kolding á odda 2-0, og hóast Frem skoraði tvey mál í seinna hálvleiki, so nyttaði tað einki, tí Kolding skoraði eisini tvey mál afturat. Atli Danielsen spældi við frá byrjan, men stutt fyri leiklok fekk hann annað gula kortið í dystinum og varð vístur av vøllinum. Roknað verður við, at Atli fær tveir dystir leikbann.