Atli var millum teir bestu

Frem spældi í gjár dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Dysturin var á útivølli ímóti oddaliðnum Vejle. Hóast Frem kom betur frá byrjan og legði seg á odda 1-0 eftir stívliga eitt kort, var tað Vejle sum vann dystin. Vejle javnaði beint fyri steðgin, og í seinna hálvleiki skoraði Vejle tvey mál afturat. Atli Danielsen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá Frem, og sambært heimasíðuni hjá felagnum spældi hann ein góðan dyst. Frem liggur nummar 8 við 18 stigum fyri 14 dystir.