Føroyski Atli Danielsen var við frá byrjan, tá ið BK Frem fekk vitjan av Køge, sum hevur fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran, Henrik Larsen, sum venjara. Køge stríðist heilt frammi næstbestu donsku deildini, meðan Frem stríðist í niðara endanum. Køge var tískil favorittur at vinna dystin, men hetta livdu teir als ikki upp til. Frem eyðmýkti Køge heili 6-0, og hevur tískil lyft seg yvir miðjuna í deildini. Atli byrjaði dystin á vinstra bakki, men varð miðskeiðis í fyrra hálvleiki fluttur fram á miðvøllin, har hann leikti ein skilagóðan dyst. Hann náddi at gera eitt upplegg sum førdi til mál, áðrenn hann varð útskiftur eftir 70 minuttir.