Atli Danielsen var sunnudagin at síggja í donskum sjónvarpið. TV2 Sport sendi beinleiðis frá dystinum millum Frem og Næstved, og Atli og teir vunnu 1-0. Dysturin var rímiliga javnur, og heimaliðið fekk einasta málið í dystinum í seinna hálvleiki. Atli Danielsen spældi væl á miðvøllinum, og serliga í seinna hálvleiki var hann sjónligur. Næstved fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu móti endanum av dystinum.











