Atli um at vera klárur

Gøtumaðurin, sum skifti til skotskan fótbólt í summar, hevur ikki spælt nakran almennan dyst fyri felagið Ross County, sum er partur av næstbestu skotsku deildini.

 

Ross County hevur annars spælt tveir steypadystir, men í fyrra førinum valdi venjarin at spara Atla Gregersen, og í seinna førinum gjørdist hann skaddur dagin fyri dystin.

Atli hevur tó vant síðani og roknar eisini við at spæla við Ross County leygardagin, tá landskappingin byrjar.

- Tað er ein dystur, ið skal vinnast, og eg vænti, at eg verði við frá byrjan tann dystin, sigur Atli Gregersen við Dimmalætting.

 

Atli Gregersen sigur seg annars stórtrívast í nýggja felagnum í Skotlandi, men kortini gleðir hann seg nógv til landsdystin mikudagin.