Í farnu viku visti Sosialurin at siga, at landsliðsáleyparin, Christian Høgni Jacobsen, fer til Danmarkar tá kappingin í ár er at enda komin. Nú sær út til, at Christian Høgni Jacobsen ikki verður einsamallur um at royna eydnuna á flatlondum.
Atli Danielsen hjá KÍ kann í dag vátta fyri Sosialinum, at hann eisini fer av landinum, tá KÍ hevur spælt seinasta dystin í ár.
- Jú, tað er rætt, at eg fari av landinum, tá steypa- og landskappingin er liðug. Unnustan fer niður at lesa, og eg fari niður við henni og ætli mær at spæla fótbólt har. Enn er onki ítøkiligt komið upp á pláss, men Jákup í Stórustovu hevur verið í samband við nøkur feløg í høvuðsstaðarøkinum, men enn er onki komið upp á pláss, greiðir landsliðsleikarin Atli Danielsen frá.
Atli Danielsen ætlar sær í fyrstu atløgu at royna eydnuna sum fótbóltsleikari, men hugsar eisini um at fara undir lestur av onkrum slag seinni.
Christian Høgni Jacobsen hevur nevnt Køge sum eitt áhugavert felag, og Atli Danielsen sigur, at hetta avgjørt er eitt áhugavert felag, ið gamli landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, stendur á odda fyri.
- Køge er eitt áhugavert felag, og Jákup í Stórustovu hevur verið í samband við teir, men har eru eisini onnur spennandi lið í høvuðsstaðarøkinum, sigur Atli Danielsen, sum sær fram til at spæla fótbólt uttan fyri Føroya.
Útiseta fótbóltslívið er tó ikki heilt nýtt fyri Atla Danielsen, sum í fjør royndi seg eitt skifti í Noreg.
- Tað gekk ikki heilt sum ætlað í Sogndal. Eg var einsamallur, kendi ongan og tí riggaði tað onki serligt har. Men nú verður tað øðrvísi, tá eg fari niður við damuni og kenni fleiri onnur í Danmark. Tíðin í Sogndal var tó ikki til onga nyttu, tí eg lærdi eina rúgvu og fekk eisini nakrar royndir, ið eg kann taka við mær nú eg fari til Danmarkar, sigur Atli Danielsen at enda við Sosialin.