Atli ætlar at spenna seg út

Atli Nattestad yvirtók í oktober HVS-handilin hjá pápa sínum. Í løtuni hevur hann eitt arbeiði í Vágum, men gongst sum ætlað fer hann eisini at átaka sær arbeiðir á meginlandinum.

Miðvágur: Eitt gamalt orðafelli sigur, at tá tað regnar á prestin so dryppar tað somuleiðis á deknin.
Uttan aðra samanbering, so er støðan nøkurlunda tann sama í handlinum, sum Atli Nattestad yvirtók eftir pápa sín fyrr í heyst.
Atli hevur nevniliga sett sær fyri at halda fram við tí virkseminum, sum faðir hansara, Leivur byrjaði fyri eini 40 árum síðani.
Eftir at hava stovnað partafelag, lat Leivur í 1986 upp egnan handil norðarlaga í Miðvági við heitinum "Leivur Nattestad". Her hevur hann hildið til síðani.
Tað eru kanska ikki øll, ið hava vitað um henda HVS-handilin, men síðani mikudagin er alt vorðið øðrvísi: Hvør einasti kundi sum nú fer til handils í nýggja Bónus í Miðvági sleppur ikki undan at koyra framvið og síggja handilin hjá Atla.
Men hetta setur so eisini krøv til henda HVS-handilin, at hann altíð hevur ein bæði spennandi og dragandi sýningarglugga.
- Jú, hetta er ein stórur fyrimunur at vit hava fingið Bónus sum granna. Men hetta er samstundis ein stór avbjóðing fyri okkum, sigur Atli.
Aftrat sær hevur Atli starvsfólk at standa í handlinum, meðan hann sjálvur ætlar at arbeiða úti í markini.

Gott navn
Síðani Atli yvirtók handilin 1. oktober í ár hevur hann gjørt eitt stórt arbeiði við at nútíðargera handilin innan.
Í dag ber tí til hjá fólki at ogna sær alt innan hita, ventilasjón og sanitet, umframt ein hóp av búnýtum og gávum.
Atli sjálvur er útlærdur rør- og blikksmiður, har hann í fleiri ár arbeiddi hjá Demich í Havn. Umframt hetta hevur hann í tvey ár lisið til HVS-installatør í Danmark.
Hann skuldi tí verið væl førur fyri at átikið sær allar størri og smærri uppgávur innan HVS og ventilasjón.
Í løtuni er hann í ferð við at skifta út ein ketil í einum sethúsum í Sørvági. Og soleiðis vónar hann eisini at støðan verður í framtíðini.
- Eg ætli mær at liggja framvið at fáa ymisk arbeiði, bæði her í Vágum, men eisini hinumvegin Vágatunnilin, sigur ein sera bjartskygdur Atli Nattestad við Sosialin.
Fyrimunur hansara er, at fyritøkan frammanundan hevur arbeitt seg upp, hevur eina góða grund at standa á, og hevur gott orð á sær millum manna.