Ross County Football Club skrivar á heimasíðuni, at venjarin Derek Adams hevur gjørt Atla Gregersen úr Víkingi til sín fyrsta styrk til liðið í komandi kappingarári.
27 ára gamli Atli Gregersen hevur spælt átta landsdystir fyri Føroyar, móti eitt nú Eysturríki, Serbia og Fraklandi, og hetta vigar nógv hjá skotunum.
Venjarin hjá Ross County Football Club, Derek Adams, leggur stóran dent á týdningin av royndunum hjá Atla Gregersen, serliga tí at liðið hjá Ross County sum heild er sera ungt, og at hann tí hevur nakrar góðar royndir við í skjáttuni, sum liðið og ungu leikararnir kunnu fáa ágóða av.
Eisini verður dentur lagdur á ta fysiski hjáveruna, sum Atli hevur, tá hann er á vøllinum.










