Tað hilnaðist ikki væl, tá ið Atli Danielsen og liðfelagarnir hjá honum í Frem seinnapartin settu sjøtil á nýggju landskappingina.
Frem var í Næstved, og har var heimaliðið væl upplagd. Næstved vann 4-0, eftir at heimaliðið í 1. hálvleiki hevði verið frammanfyri 1-0.
Mest sum allan 2. hálvleik var Frem undirmannað, tí ein av spælarunum tíðliga í 2. hálvleiki sá beinleiðis reytt kort.










