Atli: Tað er eldur í hópinum

FM1: “Captain’s log book” við Atla Gregersen

Liðskiparin á landsliðnum spælir í morgin sín landsdyst nummar 50. Hann kom ikki á landsliðið fyrr enn hann var 27 ára gamal, men megnar at njóta hvønn dyst.

 

Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg fari ikki at standa her og siga at hetta er mítt seinasta ár, men eg veit at eg ikki hava tríggjar undankappingar eftir í mær. Men tað kann henda so nógv. Eg kann spæla í tvey ár og tað kann eisini verða liðugt um eina viku, sigur Atli Gregersen við FM1 í kvøld.

 

Tað hevur verið fastur táttur á FM1, at hava “Captain’s log book” undan hvørjum landsdysti. Tað er eitt prát við liðskiparan á landsliðnum. Soleiðis er eisini hesaferð.

 

- Vit síggja fram til hendan dystin við gleði. Vit vóru kanska nakað slitnir seinast vit spældu her, men eg haldi tað er ein nýggjur neisti á liðnum hesaferð. Tað er komin eldur í hópin, sigur Atli Gregersen víðari.

 

Atli Gregersen tosar um sjálvan dystin móti Malta, um at spæla landsdyst nummar 50 og um framtíðina á landsliðnum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá landsdystinum, sum verður í morgin klokkan 17.