Atli: Sum at fáa jólapakka

Atli Gregersen gleðist um at vera úttikin

Lars Olsen úttók í dag teir 23 spælararnar, sum skulu spæla móti Ungarn 6. septembur á Tórsvølli. Millum teirra er 34 ára gamli Atli Gregersen.

 

Les eisini: Her er landsliðið til dystin móti Ungarn

 

- Tað er sum at fáa jólapakka. Tað er heldur ikki nøkur sjálvfylgja at verða úttikin. Eg eri 34 ár og avskrivaður fleiri ferð, so tað er deiligt at verða úttikin, sigur Atli Gregersen.

 

Les eisini: Fróði klárar ikki at gevast

 

Hann gleðist um, at hann ikki longur er elsti maður á landsliðnum, eftir at 38 ára gamli Fróði Benjaminsen er aftur á landsliðnum. Hann letur eisini væl at gongdini á landsliðnum seinastu tíðina.

 

Les eisini: (Ljóðsamrøða) Lars Olsen um landsliðsúttøkuna

 

Málið hesa ferð er at fáa stig móti Ungarn, eftir tveir javnar og spennandi dystir móti júst Ungarn í farnu undankapping.

 

Føroyska landsliðið skal spæla móti Ungarn 6. septembur á Tórsvølli.

 

Hópurin:

 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Kristian Joensen, KÍ Klaksvík

 

Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn

Atli Gregersen, Víkingur

Rógvi Baldvinsson, FK Vidar (NOR)

Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir (ICE)

Gilli Rólantsson, AaB Ålborg (DEN)

Bárður J. Hansen, Fremad Amager (DEN)

 

Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (ICE)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)

Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)

Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík

Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn

Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn

 

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)