Atli: Stoltleikin er raktur

Europa League: Tað nívur Atla Gregersen, at Víkingur hevur tapt allar dystirnar

Liðskiparin á bæði føroyska landsliðnum og Víkingi, Atli Gregersen, iðrar seg um 3-0 tapið fyri Tordepo Kutaisi í Georgia í fyrra dystinum í 2. undanumfarinum í Europa League.

 

Miðverjin er argur um, at Víkingur ikki hevur hjálpt til at leggja stig til samlaðu støðuna hjá føroyskum liðnum í Evropa, men so sanniliga eisini, at tapið í Georgia bleiv so stórt.

 

- Tað nívur okkum nógv, at vit – sum hava so stoltan sið í Evropa – ikki hava fingið nakað stig í ár. Vit hava spælt tríggjar dystir og tapt allar, sigur Atli Gregersen.

 

Trúgva upp á tað

Hóast útlitini ikki eru góð, so ætlar Atli Gregersen ikki at tveita handklæðið í ringin.

 

- Vit fingu eitt sjokk, tá vit spældu í hitanum í Georgia, nú fáa teir kanska eitt sjokk, tá teir skulu spæla í Føroyum, sigur liðskiparin og leggur afturat:

 

- Koma vit á odda í hesum dystinum, so ber alt til. Vit fyrr staðið okkum væl í Evropa. Liðið er nokk ikki heilt tað sama nú, men vit fara eftir møguleikanum, sigur Atli Gregersen.

 

Hann leggur stóran dent, at tey í Víkingi vilja gjarna gera sítt til, at føroyskur fótbóltur heldur fram við at hava fýra pláss í Evropa, men saknar eitt sindur at spæla í innleiðandi umfarinum.

 

- Tú sær at B36 og KÍ spæla í innleiðandi umfarinum og eru í onkrum føri favorittur. Kanska tað hevði gjørt okkum gott eisini, at fingið ein líknandi dyst. Nú bleiv tað til trý tap, men vónandi kunnu vit broyta tað hósdagin, sigur Atli Gregersen.

 

Dysturin millum Víking og Torpedo Kutaisi verður á Svangaskarði hóskvøldið klokkan 19.