23 ára gamli klaksvíkingurin Atli Danielsen skrivaði í januar undir ein hálvannað ára langan sáttmála við danska 1. deildarfelagið Frem. Umframt at hava leikt í fleiri ár við barndómsfelagnum KÍ, so hevur Atli eisini leikt 17 landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Sáttmálin við Frem er ein sokallaður hálvtíðarsáttmáli, har hann gongur í skúla fýra fyrrapartar um vikuna, og byrjar at venja við sínum liðfeløgum um 15-tíðina seinnapart.
Stórtrívist
Ein góð byrjan er avgerandi fyri ein útiseta á liðnum, og hesa byrjan hevur Atli fingið.
- Eg eri fallin sera væl til her í Frem, og eg varð væl móttikin av liðfeløgum og venjarum, sigur Atli. Lopið frá føroyskum fótbólti yvir til danska hálvprofessionellan fótbólt kann ofta tykjast stórt, men Atli heldur ikki, at tað hevur verið so trupult hjá honum.
- Broytingin í venjingunum er ikki tann stóra, og umstøðurnar eru ikki nógv øðrvísi. Faktist vóru skiftingarrúmini næstan betri í Føroyum, heldur Atli fram.
Málið er leiktíð
Í sínum venjingardystum fyri Frem hevur Atli fingið nógva leiktíð, og hetta ætlar hann at halda fram við.
- Málið er sjálvandi at fáa so nógva leiktíð sum tilber og gera tað besta eg kann, sigur hann.
Atli er vandur miðverjuleikari, men honum dámar eisini væl at leika á miðvøllinum.
- Eg havi leikt mest á miðvøllinum í venjingardystunum fyrr í ár, men teir hava eisini roynt meg sum verjuleikara, tað gekk bara heilt væl, sigur Atli.
Býr hjá liðfelaga
Atli flutti 1. februar inn hjá hansara føroyska liðfelaga, Gunnari Nielsen. 20 ára gamli málmaðurin fór til Frem sum ungur og hevur staðið seg væl, hóast hann mest situr á beinkinum. Atli skal búgva hjá Gunnari fram til 1. juli í ár, og tað er hann nøgdur við.
- Nú eri eg komin at kenna Gunnar nógv betur, og vit hava tað gott her í íbúðini.
Atli keðir seg als ikki í frítíðini. Nógvir vinmenn hansara búgva í økinum, og hann plagar fríggjakvøld at fara í Kristnastovu, sum er ein føroysk samkoma í Keypmannahavn, har eini 50 føroyingar javnan samlast. Føroyska unnusta hansara býr á Amager.