Atli spældi javnt ímóti AGF

Atli Danielsen var sum vant at finna á miðvøllinum hjá Frem, tá ið liðið um vikuskiftið spældi ímóti AGF í donsku 1. deild. AGF stríðist fyri at endurvinna plássið í superliguni, men felagið úr Århus kláraði ikki at syfta Frem. Dysturin endaði vði javnleiki 1-1, eftir at Frem hevði lagt seg á odda. Málið fingu teir beint eftir steðgin. AGF javnaði fáar minuttir seinni, og fleiri mál komu ikki í dystinum. Atli Danielsen spældi við allan dystin.