Leygardagin spældi danska 1. deildarliðið Frem venjingardyst ímóti FC Roskilde. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Frem. Føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen var á vøllinum frá byrjan. Hann spældi á miðvøllinum. Frem legði seg fram um 3-0 eftir 56 minuttir. Fýra minuttir seinni varð Atli Danielsen skiftur út. Eftir hetta skoraði Roskilde tvær ferðir. Gunnar Nielsen var eisini á vøllinum. Hann spældi fyrra hálvleik og helt málið reint.