Hesaferð settu teir uppflytararnar frá Hobro upp á pláss, við at vinna 3-0 á heimavølli. Sigurin merkir, at Atli Danielsen og teir ikki hava tapt sjey tey seinastu umførini, og leikararnir tykjast veruliga at hava funnið stevið.
Hetta varð eisini staðfest við, at FC Roskilde fyri fyrstu ferð í ár ikki lat nakað mál fara í gjøgum.
Klaksvíkingurin, sum heldur ein steðg frá landsliðsfótbólti orsaka av lesnaðinum, var við í uppspælinum til fyrsta málið og spældi næstan allan dystin, tí hann varð skiftur út fimm minuttir fyri leiklok.
Við trimum stigum í dag hevur FC Roskilde fingið 15 stig tilsamans, sum røkkur til eitt fimta pláss í deildini, sum má metast sum ein sera góð støða, tá FC Roskilde við neyð og deyð bardi seg undan niðurflyting í fjør.
Vert er eisini at hefta seg við málúrtøkuna hjá Atla og teimum. Í teimum tíggju dystunum higartil, hava teir skorað 19 mál, men latið heili 18 fara í gjøgnum. Ein staðfesting av, at liðið hevur brúkt nakað av tíð, um at finna stevið.










