Atli sá reytt

Tað hilnaðist einki serligt hjá Atla Danielsen og Frem, sum seinnapartin í gjár vitjaðu í Thisted. Úrslitið varð 2-2, eftir at Frem tvær ferðir hevði verið á odda. Tvífaldur málskjútti hjá Frem var Jesper Håkansson, sum fyri stuttum er komin úr FC Amager, ið er farið á heysin. Jón Rói Jacobsen var orsaka av skaða ikki í Frem miðverjuni. Hjá Atla Danielsen, ið - sum altíð - var á sentrala miðvøllinum, gekk tað ikki heilt eftir vild. Tá ið tíggju minuttir vóru eftir, varð Atli rikin av vølli, og tá ið tað restaðu tveir minuttir javnaði heimaliðið við brotssparki.