Atli: Renniskógvar ella gaggir?

FM1: Liðskiparin væntar at vit koma at renna eftir bóltinum

##med2##

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Spania, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Undan hvørjum landsdysti hevur FM1 “Captain’s log book”, har liðskiparin fær orðið.

Hoyr samrøða við at trýsta á pílin undir myndini 

Atli Gregersen er aldursforseti á landsliðnum og hevur spælt móti londum sum Týsklandi og øðrum. Hann metir, at hetta er ein størsta avbjóðingin sum landsliðið hevur havt. 

- Vit hava havt heimsstjørnur á vitjan fyrr. Kanska Spania ikki er í hæddini, men eitt nú Sergio Ramos er gigantiskur. Eg haldi at hetta er eitt heilt einastandandi upplivilsi, ið vit fáa í morgin, sigur Atli Gregersen og vísir á, at Spania eitt skifti frá 2008 til 2012 vann HM og tvær ferðir EM.

- Í morgin koma vit at síggja eitt lið, sum er ófatiliga væl fyri tekniskt. Graslíkisvøllurin passar nokk teimum betri, tí teir kunnu flyta bóltin skjótt runt. Vit hava sæð teir á vodeo og spurningurin er, um vit skulu bara í renniskógvar heldur enn gaggir. Tað verður nógv renning eftir bóltinum, men vit trúgva upp á at vit kunnu gera eitt úrslit, sigur Atli Gregersen og leggur afturat:

 ##med3##

- Eitt sum fólk kunnu leggja merki til er tekniski førleikin hjá spaniólum, sum er heilt einastandandi. Teir spæla nærmast hondbólt, har teir trekkja fólk til sín og spæla so í øki aftanfyri. Hetta verður ein risa avbjóðing. Kanska tann størsta, sum hevur verið, sigur Atli Gregersen.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.
##med4##

Samrøða við Atla Gregersen